Uttanlands

Zelenskyj luttekur á G7-toppfundi

Á toppfundinum, sum verður í japanska býnum Hiroshima 19. - 21. mai, verður ukrainski forsetin eisini til staðar, boðar ukrainska trygdarráðið frá

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

2023-05-19 09:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag byrjar G7-toppfundur í japanska býnum Hiroshima. Á fundinum luttaka G7-londini, umboð fyri ES, og ukrainski forsetin, Voldoymyr Zelenskyj.

Fyrst varð boðað frá, at Zelenskyj fór at luttaka umvegis video, men nú boðar ukrainska trygdarráðið frá, at hann fer til Hiroshima, skrivar Ritzau.

– Týðandi avgerðir verða tiknar, og tað at forseti okkara er til staðar er tí avgerandi fyri at verja okkara áhugamál, sigur formaðurin í trygdarráðnum.

Seinastu vikuna hevur Zelenskyj verið á vitjan í fleiri evropeiskum høvuðsstaðum, og keldur upplýsa fyri Reuters, at ukrainski forsetin luttekur á fundinum í Hiroshima sunnudagin, sum er seinasti fundardagur í hesum umfarinum.

G7 er ein felagsskapur, har leiðarar úr heimsins fremstu ídnaðarlondum hittast. Hesi londini hittast eina ferð um árið, og tey skiftast um at vera vertur fyri fundinum. G7-londini eru Kanada, USA, Stórabretland, Týskland, Frakland, Italia og Japan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder