Innanlands

Yvirskýggjað og stilt næstu dagarnar

Hitin liggur um sjey hitastig

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-04-30 10:03 Author image
Ari av Rana
placeholder

Veðurforsøgnin sigur frá meira av tí sama komandi dagarnar.

Í dag er gul til andøvsgul av eystri og landnyrðingi, millum 5 og 7 m/s. Hitin um 7 hitastig, einki avfall og yvirskýggjað.

Í morgin verður heilt niður í lot og upp til andøvsgul av landnyrðingi og norðan, millum 1,8 og 7 m/s. Hitin millum 6 og 8 hitastig, yvirskýggjað, men einki avfall.

Sí veðurforsøgnina her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder