Innanlands

Yvirskotið hjá bankunum góðar 390 mió. kr. fyrra hálvár

Føroysku bankarnir høvdu eitt yvirskot áðrenn skatt á góðar 390 mió. kr. fyrra hálvár 2025, sum er nakað minni enn fyri fyrra hálvár 2024, tá yvirskotið var 415 mió. kr.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-11-15 10:12 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Yvirskotið áðrenn skatt hjá føroysku bankunum í fyrra hálvári 2025 varð um 393 mió. kr. tilsamans.

Betri Banki hevði eitt yvirskot á 178 mió. kr., Føroya Banki 190 mió. kr., Norðoya Sparikassi 20,3 mió. kr. og Suðuroyar Sparikassi eitt yvirskot á 4,5 mió. kr.

[object Object]

Lægra rentustøðið hevur sum heild elvt til lægri netto rentuinntøkur hjá føroysku bankunum, ið er við til at geva eitt lægri úrslit í fyrra hálvári 2025 samanborið við fyrra hálvár 2024 hjá tveimum av bankunum. Harafturat hava niðurskrivingar og útreiðslur annars (millum annað lønir), eisini týdning fyri úrslitið.

Landsbanki Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder