Innanlands

Yvirlýsing um at menna campus á altjóða støði

Arbeiðsbólkur handaði landsstýrinum og kommununi strategiska menningarætlan fyrr í ár

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-04-30 07:06 Author image
Ari av Rana
placeholder

Hanna Jensen, landsstýriskvinna í undirvísingar- og granskingarmálum, og Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, hava í felag viðgjørt frágreiðingina um strategiska menningarætlan fyri Fróðskaparsetur Føroya, sum arbeiðsbólkur handaði landsstýrinum og kommununi fyrr í ár, og tær taka báðar fult undir við tilmælunum

Í frágreiðingini stóð millum annað, at Setrið stigvíst skal mennast til at gerast eitt altjóða kappingarført universitet. 

Fyri at styrkja granskingarumhvørvið í Føroyum skulu felags karmar skipast fyri Fróðskaparsetrið og og aðrar granskingarstovnar í Føroyum. 

Hartil skal kannast, um til ber at byggja lestraríbúðir á ella í nánd av kampusøkinum.

Sambært tilmælinum eigur framtíðar universitets- og granskingarøkið at verða savnað á samanhangandi økinum Frælsið, Nóatún og Debesartrøð, ið er uml. 65.000 fermetrar stórt, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu.

Eisini hesum taka landsstýriskvinnan og borgarstjórin undir við. 
Ásannandi, at talan er um stóra byggiætlan komandi tíggjuáraskeiðið, ið skal fyrireikast væl – bæði í mun til at tálma ovurupphiting av byggivinnuni og viðvíkjandi býarskipan - eru landsstýriskvinnan og borgarstjórin samdar um:

- At arbeiðið at fáa til vega byggiskrá til fyrsta byggistig verður sett í gongd skjótast gjørligt við støði í strategisku menningarætlanini
- At Mentamálaráðið og kommunan gera fíggjarliga uppgerð yvir felagsognirnar á Frælsinum við tí endamáli, at kommunan avhendar landinum ognirnar í 2020
- At Mentamálaráðið, kommunan og Bústaðir saman við Fróðskaparsetrinum leggja ætlan fyri møguligum lestraríbúðum á økinum
- At kommunan fyrireikar uppskot til serstaka byggisamtykt fyri økið og annars leggur neyvari ætlanir til tess at menna Tórshavn sum altjóða universitets- og granskingarbý.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder