Yvir 8.500 metrar boraðir av Sandoyartunnlinum

129 metrar vórðu boraðir í farnu viku – Nú mangla beint undir 2.200 metrar

Traðardalur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Traðardalur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-06-24 11:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú eru tilsamans boraðir 8.589 metrar av 10.785 metrum í Sandoyartunlinum, og sostatt manglar beint undir 2.200 metrar.

Í farnu viku vórðu boraðir 129 metrar, skrivar felagið handan Sandoyartunnilin á Facebook. 81 metrar vórðu boraðir í Traðardali, og 48 metrar vórðu boraðir á Gomlurætt.

Í Traðardali eru nú boraðir tilsamans 4.551 metrar, og á Gomlurætt eru boraðir tilsamans 4.038 metrar.

Tunnilin skal eftir ætlan vera liðugur í 2023.

Dagførd kl. 12.00

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder