Innanlands

Yvir 70 prosent av veljarunum ynskja ópolitiska uppstilling

Einans 14,8 prosent ynskja at uppstillingin til kommunuvalið skal vera politisk

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-10-18 22:59 Author image
Sverri Egholm
placeholder

70,7 prosent halda at valið til tey 29 kommunustýrini í landinum áttu at verið hildin uttan íblanding av teimum politisku flokkunum.

Tað vísir ein kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið Vikuskifti, sum er nýggja blaðið hjá Portalinum, og kom út leygarmorgunin.

Einans 14,8 prosent svaraðu politisk, og tað var bert eitt vet meira enn tey, ið svaraðu veit ikki.

Um hugt verður eftir tølunum fyri Tórshavnar kommunu er tað eisini greitt, at meiriluti av høvuðsstaðarborgarunum ikki ynskir politiska uppstilling til kommunuvalið.

Her svara heili 60 prosent, at uppstillingin átti at verið ópolitisk, meðan 22 prosent taka undir við tí mátanum, sum stilla hevur verið upp higartil.

Meira kann lesast í Blaðnum Vikuskifti her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder