The Mukherjee Development hava spælt oman fyri 200 konsertir, og hava við hesum veruliga staðfest seg sum ein framúrskarandi konsertbólkur á danska tónleikapallinum. Forsangarin, Oscar Mukherjee, hevur danskar, amerikanskar og indiskar røtur, og tónleikurin, bólkurin spælir, snýr seg um samleika, vinalag og longsul.
Tónleikurin er ein blandingur av poetiskum fólkatónleiki, dragandi guittararokki og stórbærum filmiskum hæddum. Sangirnir á nýggjastu útgávuni “Square Up On A Curve” frá 2025 hava limirnir í bólkinum í høvuðsheitum skrivað saman.
Úr hesum er sprottið eitt felags ljóð, ið er samansett av ymiskum tónleikaúttrykkum. Bólkurin hevur fingið gott ummæli í GAFFA og hevur veruliga staðfest sína styrki sum konsertorkestur við sínum omanfyri 200 konsertum.
![]()
Lyon Hansen hevur í mong ár verið ein serstøk rødd á føroyska tónleikapallinum. Tónleikur hansara flytir meg millum inniligan fólkatónleik, harðan elektro-blues og vælsvingandi country. Á útgávuni “Skull-sized Kingdom” sameinist tað stilla og tað ráa í sangum um sorg og gleði, óró og ró.
Fleiri av sangunum á útgávuni – millum annað ‘Summar Nætur’, ‘Leið 400’ og ‘Kom Heim Við Mær’ – kenna tey flestu longu. Nú fara Lyon Hansen og The Mukherjee Development saman á pall við danskari og føroyskari sangskriving lið um lið.
Atgongumerki nlh.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald