Uttanlands

Yvir 600 fólk deyð í jarðskjálvta í Afganistan

Harafturat vórðu 1.500 fólk løstað, upplýsa myndugleikarnir

Ein persónur fluttur í sjúkrabil á floghavnini í býnum Jalalabad í morgun (Mynd: Reuters)

Ein persónur fluttur í sjúkrabil á floghavnini í býnum Jalalabad í morgun (Mynd: Reuters)

2025-09-01 08:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Afganistan eru í minsta lagi 622 fólk deyð í einum jarðskjálvta, sum rakti eystara part av landinum sunnukvøldið. Harafturat eru yvir 1.500 fólk løstað, sigur talsfólk frá afganska innlendismálaráðnum, sum verður stýrt av Taliban.

Taliban-stýrið upplýsir í morgun á sosiala miðlinum X, at jarðskjálvtin hevur kravt nógv mannalív og elvt til materiellar skaðar í fleiri landslutum í eystara parti av landinum.

Lokal embætisfólk og íbúgvar luttaka í arbeiðnum at bjarga teimum, sum eru rakt, og fleiri bjargingarfólk eru á veg, skrivar Taliban-stýrið.

Jarðskjálvtin var máldur til 6,0 á Richterstiganum. Miðdepilin var í Kunar-landslutinum í eystara parti av Afganistan. Jarðskjálvtin rakti 27 kilometrar frá býnum Jalalabad í landslutinum Nangarhar. Tað er fimtistørsti býur í landinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder