Christmas Child tiltakið hevur aftur í ár verið væl móttikið av føroyingum um alt landið.
Tað eydnaðist føroyskum børnum og vaksnum at savna 4.064 skógvaeskjur inn, sum beint nú eru á veg til Onglands og síðani til Rumenia.
Tað skrivar Christmas Child Føroyar á heimasíðu teirra.
Talið av gávueskjum er nakað minni í ár enn í fjør, men kortini fegnast Christmas Child Føroyum um undirtøkuna og takka tey fyri allar eskjurnar, sum komu inn í ár.
Christmas Child er eitt tiltak, ið seinastu árini hevur glett líðandi børn við at geva teimum eina skógvaeskju við gávum.
Hvørt ár verða yvir 11 milliónir skógvaeskjur latnar børnum í 130 londum. Sjálvboðin fólk og felagsskapir í USA og fleiri evropeiskum londum, íroknað Føroyar, savna eskjurnar. Øll, einstaklingar sum felagsskapir, kunnu lata inn skógvaeskjur. Í ár fara eskjurnar til Rumenia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald