Innanlands

Omanfyri 30.000 starvsfólk í april

Í seinasta mánaða vóru 465 fólk fleiri í starvsfólkaskaranum samanborið við sama mánað í fjør. Tað er ein vøkstur á 1,6 prosent. Kvinnur í almennum størvum standa fyri størsta vøkstrinum

(Mynd: Hagstovan)

(Mynd: Hagstovan)

2025-05-20 19:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Starvsfólkatalið í Føroyum veksur framvegis, men seinastu árini er vøksturin viknaður.

Hetta staðfestir Hagstova Føroya í dag. Tað er útfrá á trendinum, sum lýsir gongdina við at reinsa fyri árstíðarfrávik og øðrum tilvildarligum broytingum. 

Í apríl vóru 30.082 starvsfólk í Føroyum. Tað eru 465 starvsfólk, ella 1,6 prosent, fleiri enn apríl í fjør. 

[object Object]

Vaksandi tal (Mynd: Hagstova Føroya)

[object Object]

Færri kvinnur undir privatum ræði

Í apríl vóru góðir 15.300 menn og slakar 14.800 kvinnur í starvsfólkaskaranum.

Samanborið við sama mánað í fjør vóru menninir 217, ella 1,4 prosent, fleiri. Kvinnurnar vóru 248 - tað vil siga 1,7 prosent - fleiri.  

Í apríl arbeiddu 56 prosent av starvsfólkunum hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði. Parturin er hægri fyri menn, har tríggir av fýra arbeiða í hesum bólki. 

Hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði, ið fevnir um almennar stovnar og almenn partafeløg, arbeiða 44 prosent. Góð 62 prosent av kvinnum arbeiða í hesum bólki. 

[object Object]

Samanumtikið eru 74 prosent av vøkstrinum, 343 persónar, lagdir afturat arbeiðsgevarum, sum eru undir almennum ræði. Hetta er serliga kvinnur, sum vóru 257, ella 2,9 prosent,  fleiri í apríl í ár samanborið við í fjør.

Kvinnur er nú níggju færri í tali hjá arbeiðsgevarum undir privatum ræði. Menn undir almennum ræði vóru 86, ella 2,2 prosent, fleiri. Hjá arbeiðsgevarum undir privatum ræði vóru teir 131 - 1,2 prosent - fleiri samanborið við í fjør.

Sí meira um øki og annað á hagstova.fo


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder