Uttanlands

Yvir 3.000 ár á baki: Gamal býur funnin í Peru

Granskarar halda, at býurin norðanfyri Lima var ein handilsmiðdepil í fornari tíð, og at Peñico bant ymiskar býir saman við teimum í Amazonas og í Andesfjøllunum

(Mynd: Zona Arqueológica Caral)

(Mynd: Zona Arqueológica Caral)

2025-07-09 15:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað kemur fyri, at fornfrøðingar og granskarar finna heilt serstøk ting, tá leitað verður eftir "gomlum skattum".

Hetta er nú hent í Suðuramerika. Mentamálaráðið í Peru hevur upplýst stóra miðlinum CNN, at ein serstakur fornaldarbýur er funnin.

Talan er um býin við navninum Peñico, sum er staðsettur nakað norðanfyri høvuðsstaðin í Peru, Lima.

Serfrøðingar meta, at býurin er yvir 3.000 ár, og at tað gjørdist ein býur umleið 1.800 ár f.Kr.

Einir 18 gamlir bygningar eru funnir í Peñico.

Hetta hevur verið ein handilsmiðdepil og eitt týðandi bindilið millum býir við havið, teir í fjøllunum og so tey, sum búðu í Amazonas og í Andesfjøllunum. Tað staðfesta fólk, sum hava arbeitt við málinum, sambært CNN.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder