Innanlands

Yvir 300 tilburðir staðfestir í gjár

Men nú er bert ein persónur við koronu innlagdur. 3.785 kanningar vórðu gjørdar í gjár

2022-01-06 18:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár, mikudagin 5. januar, vórðu 317 nýggir koronutilburðir staðfestir. Hetta vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Talan er um mettal fyri triðju ferð seinastu viku, hvat smittu viðvíkur, men at Omikron gevur milda, ella onga veruliga, sjúkragongd, og at einki veruligt trýst er á sjúkrahúsverkinum, orsakað av koronu, benda tølini seinastu tíðina á.

Talið á innlagdum er anann dagin á rað farið niður. Í løtuni eru 1408 smittað við koronu, men bert ein við korona er innlagdur, sambært korona.fo.

3785 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Harvið er positivprosentið 8,4.

Dagført: 18.14


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder