Fyrsta juli vóru 20.064 húski í Føroyum. Tað er 187 fleiri enn við ársbyrjan. Hetta sama tíðarskeiði er fólkatalið vaksið við 603 fólkum. Tað vísa nýggjastu hagtølini yvir húski hjá Hagstovuni.
Í góðum fjórða hvørjum húski - 28 prosent - býr eitt fólk, í tali 5.579 húski. Hetta er størsti húskisbólkur.
Næststørsti húskisbólkur, sum er nærum líka stórur sum tey støku, er bólkurin tvey vaksin uttan børn. Fyrsta juli vóru tey 5.017 í tali, sum svarar til ein fjórðing av øllum húskjunum.
Hesir báðir húskisbólkar eru sostatt yvir helvtina av øllum húskjum í Føroyum. Í tveimum triðingum av húskjunum búgva eingi børn.
Lutfalsliga er tað húskisbólkurin við einum vaksnum, sum er vaksin mest seinastu árini við einum vøkstri á 39 prosentum, síðan 1 januar 2014.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald