placeholder
Innanlands

Yvir 200 fólk fingið triðja prikið

Nærum 70 prosent av fólkinum hava nú fingið seinnu koppsetingina, og 210 fólk hava fingið triðja prikið

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-10-20 10:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú eru tilsamans 76.371 koronukoppsetingar gjørdar í Føroyum. 38.970 hava fingið fyrru koppsetingina, 37.191 hava fingið seinnu koppsetingina, og 210 fólk hava nú fingið trý prik.

Hetta merkir, at 72,8 prosent av fólkinum í Føroyum nú eru koppsett fyri koronu, og at 69,5 prosent hava fingið seinnu koppsetingina, sambært corona.fo.

Í gjár vórðu 118 fólk koppsett. 28 fólk fingu fyrra prikið, 71 fingu tað seinna, og 19 fólk fingu triðja prikið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder