Evropa er í løtuni rakt av hitabylgju, og tíðindastovan AFP metir, at í minsta lagi 101 millión fólk í Evropa væntast at vera rakt av hita, sum fer uppum 35 stig í dag.
Í Spania eru yvir 200 andlát sett í sambandi við hitan seinastu dagarnar. Hesi andlátini eru skrásett í tíðarskeiðnum 21. til 24. juni.
Í Fraklandi varð nýtt hitamet sett í nátt, tá 22 hitastig vórðu skrásett, sum er hægsti náttarhitin, síðan mátingarnar byrjaðu í 1974. Gamla metið er frá týsnáttini, tá 21,6 hitastig vórðu máld.
Skúlar kring Evropa eru eisini rakt. Í Fraklandi eru 13.500 skúlar annaðhvørt stongdir ella farnir burtur frá vanligu tímatalvuni orsakað av hitanum.
Í Stórabretlandi eru umleið 1.000 skúlar stongdir ella hava styttri skúladag. Uppmøtingin á skúlunum, sum framvegis hava opið, er eisini lág, upplýsa bretsku myndugleikarnir, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald