Youtube strikar sjónbond um koronavaksinu

Videorisin strikar tilfar har sagt verður ímóti lokalu heilsumyndugleikunum ella tilmælunum um covid-19

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-10-14 20:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Stóra videotænastan Youtube har ein og hvør kann leggja videotilfar út, fer nú at strika tilfar sum sigur ímóti lokalu heilsumyndugleikunum ella tilmælunum um covid-19.

Tað sigur Youtube í einari fráboðan sambært Reuters tíðindastovuni.

Er tilfar, sum vil vera við at vaksinan drepur og ger skaða á fólk, ella at mikrokips verða sett í verk, tá ein fær koppingarevni, verða videoupptøkurnar strikaðar.

Youtube sigur, at tey longu strika video sum seta spurnartekin við um covid-19 er veruligt, og tilmælini frá heilsumyndugleikunum um frástøðu og avbyrging.

Síðani februar mánað hevur Youtube strikað 200.000 video, sum sambært teimum innihalda skeivar upplýsingar um korona. Hetta er nú eisini galdandi fyri koronakoppingarevni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder