Innanlands

Ynskja frið í heimunum

Pallborðsfundur í Dansifrøi í annaðkvøld

2019-08-19 18:42 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Týskvøldið skipar felagsskapurin Heimafriður fyri framløgum og pallborðsfundi í Dansifrøi í Havn. Evnið er larmur og dálking frá skipum, sum liggja í føroyskum havnum.

Tiltakið verður skipað við innleiðandi framløgum frá felagnum og serfrøðingum, við denti á at lýsa málið, heilsuligar avleiðingar, menniskjalig atlit og møguligar loysnir.

Pál Weihe, yvirlækni og serlækni í umhvørvislæknafrøði, fer at greiða frá heilsuligu avleiðingunum av larmi og royki frá skipum í bygdum øki.

Petur Martin Glerfoss, frá rágevandi verkfrøðingafyritøkuni SMJ, fer at hava framløgu um teknisku loysnirnar til at basa óljóð og luftdálkan frá skipum. 

Trina Eysturoy, forkvinna í Heimafriði, fer at vísa á fyrimunir heldur enn foringar, við at loysa málið.

Jógvan Fríðrikson, biskupur, fer at umrøða um menniskjalig atilit í vinnuni.

Heimafriður hevur boðið umboðum fyri allar politiskar flokkar at luttaka. Pallborðskjak verður skipað við umboðunum fyri politisku flokkarnar og framløgufólkunum. Tá verður høvi hjá áhoyrarnum at seta fram spurningar úr salinum til pallborðið.

Endamálið hjá felagnum Heimafriður, er at arbeiða fyri at tryggja borgarum heimafrið.

[object Object]

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder