Uttanlands

Xi til Norðurkorea í komandi viku

Hetta verður fyrstu ferð síðan 2019, at Kinesiski forsetin vitjar Norðurkorea

Norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un og kinesiski forsetin, Xi Jinping avmyndaðir í Beijing í september 2025 (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

Norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un og kinesiski forsetin, Xi Jinping avmyndaðir í Beijing í september 2025 (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

2026-06-05 10:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í komandi viku vitjar kinesiski forsetin, Xi Jinping í Norðurkorea, boða kinesiskir statsmiðlar frá í dag sambært fleiri tíðindastovum.

Tað er eftir innbjóðing frá norðurkoreanska leiðaranum, Kim Jong-un, at Xi vitjar í Norðurkorea 8. og 9. juni.

Tað er ikki greitt, hvat er á skránni undir vitjanini.

Kina er ein avgerandi stuðul hjá Norðurkorea, sum er eitt av heimsins mest avbyrgdu londum. Hóast tætta samstarvið millum londini, er tað sjáldan, at ein kinesiskur forseti vitjar í Norðurkorea.

Seinast Xi var í Norðurkorea var í 2019, og tað var tá fyrstu ferð, at ein kinesiskur forseti hevði vitjað í Norðurkorea síðan 2005.

Kina hevur arbeitt við at styrkja samstarvið við Norðurkorea, eftir at Norðurkorea styrkti samstarvið við Russland. Norðurkorea hevur m.a. sent herfólk og vápn til Russlands, sum hevur verið í kríggi við Ukraina síðan februar 2022.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder