Innanlands

Wolfgang gevur nýggja heildarútgávu út

Í sambandi við útgávuna fer bólkurin at spæla runt í Føroyum í apríl mánaða

2026-03-29 18:42 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Kendi hardrockbólkurin Wolfgang gevur nýggja heildarútgávu út 17. apríl. 

Á útgávuni eru 11 løg fylt við anganum av hørðum rokki, sveittandi gittarfingrum og ljóðinum av eyðkendu rokkrøddini hjá Einari Jacobsen, ið sker sum heitur knívur gjøgnum bleytt smør í ljóðmyndini.

Í sambandi við útgávuna er nú annað staklagið, A Miracle Tonight, til taks á alnótini. Fyrr í ár kom eisini fyrsta staklagið, Flames of evil, út.

Í samband við útgávuna fer bólkurin at spæla runt í Føroyum í apríl mánaða. Hóskvøldið 16. apríl í Dansistovuni í Sørvági, fríggjakvøldið 17. apríl verður útgávukonsert Blábar í Tórshavn og so leygarkvøldið 18. apríl á stóru rokkkonsertini Tungt í Salt í Salt á Drelnesi.

Danski rokkbólkurin, Bloody Dice, við føroyska sangaranum Dagfinn Joensen á odda, fer at spæla saman við Wolfgang til tær tríggjar konsertirnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder