Uttanlands

Witkoff jaligur um fundir millum Russland og USA

Um vikuskiftið hava umboð fyri Russland og USA fundast í Miami

Steve Witkoff (Mynd: EPA)

Steve Witkoff (Mynd: EPA)

2025-12-22 07:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Serliga amerikansak sendifólkið, Steve Witkoff er jaligur, eftir at hann um vikuskiftið hevur fundast við russiska sendifólkið, Kirill Smitrijev í Miami, har partarnir hava umrøtt amerikonsku friðarætlanina fyri Ukraina.

Á sosiala miðilin X skrivar hann, at russisku umboðini seinastu dagarnar hava arbeitt skipandi fyri at finna loysnir, sum kunnu skapa frið í Ukraina.

– Russland leggur framvegis alla orku í at fáa frið í Ukraina, skrivar hann.

– Russland virðismetur amerikanska arbeiðið og stuðulin til at loysa ukrainska stríðið, skrivar hann.

Fundirnir við Russland hava sambært Witkoff verið úrtøkumiklir og uppbyggjandi.

Umframt Witkoff hevur USA verið umboðað av Josh Gruenbaum, embætisfólki í Hvíta Húsinum og Jared Kushner, sum er versonur amerikanska forsetan, Donald Trump.

Gruenbaum er sambært bretska miðlinum The Guardian frammanundan knýttur at einum arbeiðsbólki, sum arbeiðir við at leggja til rættis enduruppbygging av Gazageiranum.

USA hevur eisini havt fundir við umboð fyri Ukraina og Evropa, skrivar Ritzau.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder