Uttanlands

WHO heitir á fleiri lond um at taka ímóti sjúklingum úr Gaza

– Tað snýr seg um lív, sigur aðalstjórin í WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus

Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalstjóri í Heimsheilsustovninum, WHO (Mynd: EPA)

Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalstjóri í Heimsheilsustovninum, WHO (Mynd: EPA)

2025-12-20 12:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Heimsheilsustovnurin, WHO heitir á fleiri lond um at taka ímóti sjúklingum úr Gaza og at flyta sjúklingar til Vestara Áarbakka, harundir Eysturjerusalem.

– Tað snýr seg um lív, sigur aðalstjórin í WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus í dagføring á X.

Síðan juli 2024 eru yvir 1.000 sjúklingar í Gaza deyðir, meðan teir hava bíðað eftir at verða fluttir úr geiranum, sigur aðalstjórin, sum leggur afturat, at talið helst er hægri enn tað.

Síðan oktober 2023 hevur WHO saman við samstarvsfeløgum flutt yvir 10.600 sjúklingar úr Gaza. Gott helvtin av teimum vóru børn, skrivar Ritzau.

Les eisini: Ikki longur hungursneyð í Gaza, men støðan er enn álvarslig

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder