Mentan

When Saints Go Machine og seks onnur norðurlendsk nøvn á G!

Hini eru Beharie, Honningbarna og Sturle Dagsland úr Noregi, Axel Flóvent og Árstíðir úr Íslandi og Annti Palanen úr Finnlandi

When Saints go Machine

When Saints go Machine

2023-05-01 18:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Aftur í ár, verður ein sterk umboðan úr Norðurlondum á G! Frammanundan eru fimm nøvn avdúkað, og í dag kundi festivalurin avdúka sjey norðurlendsk nøvn afturat.

When Saints Go Machine

Donsku When Saints Go Machine eru garantar fyri eini elektropopp veitslu. Við útgávuni av nýggja staklagnum “Gone” hava teir sent eitt greitt tekin um, at teir enn kunnu seta eld í dansigólvið, og kann roknast við eini dansiveitslu í Syðrugøtu í summar.

Bólkurin hevur seinastu fimtan árini gjørt um seg á danska tónleikapallinum við hittum, konsertum, festivalum, virðislönum og enntá við heiðrinum at lata Orange pallin upp á Roskilde festivalinum – ein heiður, ið bert tey mest spennandi növnini fáa.

Men mest av øllum er hetta ein framúrskarandi bólkur, ið dugir at seta lív í eina festivalfjøld, við júst rætta lutfallinum millum tað glaða og tað kedda.

Beharie

Norski Beharie hevur djúpar røtur í indie og soul tónleiki. Hóast ungan aldur, hevur hann longu vunnið ein norskan Spellemann prís fyri aðru EP sína “Beharie // Beharie”, sama ár bleiv hann tilnevndur sum ársins altjóða nýbrot á svensku Gaffa tónleikaheiðurslønunum.

EP’in vakti stóran ans, og Wonderland skrivaði, at hetta var ein av bestu EP’unum á árinum. Triðja EP’in varð givin út í 2022, og góða undirtøkan vaks uppaftur meira.

Beharie hevur framúr góð evni av lata kenslur í heitan soulkendan og tíðarleysan búna.

Honningbarna

Besti konsertbólkur í Noregi, so ivaleysir eru fjepparar av Honningbarna, einum bólki, ið hevur seks heilldarútgávur aftan fyri seg. Men eisini miðlarnir brúka stór orð, Gaffa kallaði punkbólkin fyri “Kongene af Norge” eftir framførsluna á stóra Øyafestivalinum í fjør.

Tá Honningbarna fara á pall við sínum lívliga tónleiki og eyðkendu Kristiansand dialekt, fer alt upp at kóka. Hetta verður stutt sagt garrvilt.

Axel Flóvent

Axel Flóvent hevur støðugt verið eitt av størstu íslendsku tónleikanøvnum síðani fyrsta EP’in kom út í 2015. Við yvir 70 milliónum stroymingum av fyrsta staklagnum gjørdi Axel Flóvent eisini um seg altjóða frá fyrsta degi.

Føddur og uppvaksin í Húsavík, innspældi og framleiddi hann fyrstu EP’ina í heimbygdini, men íblástur fekk hann frá øllum frá Bon Iver til Bombay Bicycle Club.

Longu sum 19 ára gamal flutti Axel til Amsterdam, og fekk samband við spennandi niðurlendska tónleikapallin. Harnæst búði hann í Brighton, og endaði síðan aftur í Reykjavík, har hann skrivaði og spældi inn sína fyrstu heildarútgávu “You Stay By The Sea”.

Árstíðir

Úr øskuskíggjunum av Eyjafjallajökli komu Árstíðir brakandi inn á altjóða tónleikapallin í 2010. Trioin av Daniel, Ragnari og Gunnari hevði longu tvey ár á baki, og við tveimum stakløgum ovast á íslendska hitlistanum, vórðu tryggu og kendu karmarnir skiftir út við eina umfatandi konsertferð um allan heimin. Frá Sibiria til San Diego, Zagreb til Svalbard, alt meðan upptøkan av eini spontanari framførslu av einum 800 ára gomlum sálmi á eini tokstøð gjørdi bólkin til eitt viralt fyribrygdi.

Tað serliga við Árstíðum er serliga kemiin millum teir tríggjar, ið manna bólkin og teirra tokki til harmoniir. Hetta er poppur við fangandi niðurløgum og spennandi útsetingum.

Annti Paalanen

Annti Paalanen blandar siðbundnan, finskan tónleik og elektroniskan dansitónleik á harmoniku. Hann leggur ta góðsligu atmosferuna, sum harmonikan gevur, oman á rúsandi rútmurnar hjá elektroniska tónleikinum. Harmonikan hevur altíð fingið fólk upp á tá.

Hása songrøddin finnur íblástur í siberiskum sangsiðvenjum, og gerst saman við harmonikuni og elektro tónleikinum eitt heilt serligt bland.

Sturle Dagsland

Sturle Dagsland ein heilt serligur norskur tónleikari og barkasangari, ið er kendur fyri at borðreiða við villum, makaleysum framførslum, ið fanga áskoðaran og tekur lurtaran við á surrealistiskar, vakrar tónleikaferðir.

Á festivalum kring heimin, allastaðni frá Shanghai til New York, skapar Sturle tónleik við einari myrkari, loftkendari styrki, sum ikki rekst aftur.

Frammanundan hevur G! avdúkað fimm onnur norðurlendsk nøvn: Jada úr Danmark, Briét úr Íslandi, Lucky Lo úr Svøríki, Irene úr Finnlandi og dansk/føroyska Brimheim.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder