Danska heilivágsfyritøkan, Novo Nordisk, hevur fingið loyvi frá amerikansku heilsumyndugleikunum at selja heilivágin Wegovy í tablettum í USA.
Hetta upplýsti fyritøkan í tíðindaskrivi í gjárkvøldið.
Tað er amerikanska matvøru- og heilivágsstýrið, FDA, sum sambært Novo Nordisk hevur givið loyvið.
Sambært tíðindaskrivinum hava luttakararnir í eini kanning mist í miðal 16,6 prosent av likamsvektini við at brúka heilivágin og triði hvør luttakari í royndunum mistu 20 prosent ella meira.
- Við góðkenningini fáa sjúklingarnir eina henta tablett at taka eina ferð um dagin, og sum kann hjálpa teimum við at missa eins nógva vekt, sum við upprunaligu Wegovy-sproytuni, sigur Mike Dousdar, forstjóri í Novo Nordisk.
- Vit eru ógvuliga spent upp á, hvat hetta hevur at týða fyri kundar okkara í USA.
Novo Nordisk væntar at kunna fara undir at selja tablettina í USA longu í byrjanini av nýggja árinum.
Novo Nordisk hevur havt avbjóðingar á partabrævamarknaðinum hetta seinasta árið við stórum kursfalli. Tá keypsskálin lat upp í morgun hækkaði Novo Nordisk partabrævið beinanvegin við 5,5 prosentum, skrivar dr.dk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald