placeholder
Uttanlands

Walter Mondale deyður

Var varaforseti undir Jimmy Carter – royndi eisini sjálvur at gerast forseti, men tapti móti Ronald Reagan

Jimmy Carter og Walter Mondale, t.h. (Savnsmynd: EPA)

Jimmy Carter og Walter Mondale, t.h. (Savnsmynd: EPA)

2021-04-20 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrrverandi amerikanski varaforsetin, Walter Mondale, er deyður. Tað boðaði familjan frá í gjár, skrivar Reuters.

Mondale gjørdist 93 ára gamal.

Hann hevði eitt skeið sum varaforseti undir demokratinum Jimmy Carter frá 1977 til 1981. Teir royndu at verða afturvaldir í 1980, men taptu til republikanaran Ronald Reagan og varaforsetavalevni hansara, George H. W. Bush.

Carter var viknaður sum forseti orsaka av eini gíslakreppu í Iran, einari sovjettiskari innrás í Afghanistan og stórar búskaparligar trupulleikar heima.

Fýra ár seinni – í 1984 – varð Mondale valdur til forsetavalevni fyri demokratarnar, og stillaði upp saman við eini kvinnu sum varaforsetavalevni, Geraldine Ferraro. Tað var ikki hent fyrr í amerikanskari søgu.

Undir valstríðnum gjørdi Mondale greitt, at neyðugt var við skattahækkingum fyri at sleppa av við undirskotið á fíggjarlógini, og tað gagnaði ikki hansara møguleikum at verða valdur.

Mondale endaði við stórtapi. Ronald Reagan vann 49 av teimum 50 statunum á valinum.

Mondale varð valdur í Senatið í 1964. Politisku mál hansara vóru borgararættindi og at gera útbúgving atkomuliga fyri øll.

Walter Mondale varð undir Bill Clinton útnevndur til amerikanskan sendiharra í Japan, tað var í árunum 1993 til 1996.

Hann var føddur 5. januar 1928 í Ceylon í Minnesota. Giftist í 1955 konuni Joan, sum doyði í 2014. Tey áttu trý børn. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder