Tann 1. oktober fór Henrik Old frá sum landsstýrismaður í samferðslumálum, og síðani tá hevur løgmaður røkt málsøkið.
Men nú skal landsstýrisfólk endiliga setast, og nógvar gitingar hava verið. VP sigur seg skilja, at Heðin Mortensen verður nýggjur samferðsluráðharri, og at tað verður kunngjørt mánadagin.
Heðin Mortensen hevur drúgvar royndir í politikki, og sat sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu frá 2005 til 2016.
Løgmaður hevur áður verið frammi um, at tað fór at verða eitt javnaðarfólk, sum skuldi setast í sessin, og tí eru ikki so nógv av velja í millum. Helena Dam á Neystabø hevur eisini verið nevnd, sum eitt boð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald