Innanlands

Vørubilur funnin aftur í Miðvági

Bilurin sum hvarv av einum parkeringsøki í Gundadali leygardagin er nú funnin í Vágum

Mynd av stolna bilinum sum nú er afturíafturkomin (Mynd: Løgreglan)

Mynd av stolna bilinum sum nú er afturíafturkomin (Mynd: Løgreglan)

2025-12-24 13:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Vørubilurin sum løgreglan sóknaðist eftir í gjár er nú afturíafturkomin.

Hann var horvin frá einum parkeringsøki í Gundadali í Havn leygardagin. Nú er hann so funnin í Miðvági.

Fyritøkan, sum eigur bilin hevur fingið boðini, men tað er ikki greitt hvør hevur stolið bilin. Heldur ikki er nakar ítøkiligur illgruni.

Tann sum parkeraði bilin har, verður skuldsettur fyri at seta hann frá sær og lata lyklarnar liggja eftir í bilinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder