Mentan

Vónargudstænasta í Vesturkirkjuni sunnukvøldið

- 21. desember minnir okkum á, at nú verður ljósari, og dagurin minnir okkum á vónina, sum Jesus ber okkum

2025-12-19 07:35 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sunnukvøldið 21. desember, sum er stytsti dagur, verður aftur vónargudstænasta fyri øll í Vesturkirkjuni. Gudstænastan byrjar klokkan 19.30.

- Vit hava øll nakað at bera, og summi hava nógv. Ein kann hava mist ein av sínum kæru, ein kann verða raktur av sjúku, tungum byrðum, skilnaði ella øðrum. 

Vónargudstænastan er sett at birta vón. 21. desember minnir okkum á, at nú verður ljósari, og dagurin minnir okkum á vónina, sum Jesus ber okkum. Hann, sum lat seg føða inn í okkara heim, er okkum nær, og hann hevur nakað til okkara.

Prestarnir í Vesturkirkjuni skipa fyri: Sálmar verða sungnir, stutt prædika, Petur Hans Hansen fer at syngja nakrar sangir, altargongd verður og kirkjukaffi. Høvi verður eisini at skriva bøn og fáa samrøðu við ein av prestunum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder