Tað hevur verið tann sami dansurin tey seinastu mongu árini:
Føroyar eru við til fundir í Norðurlandaráðnum men hava lítla og onga veruliga ávirkan. Tað er av tí einføldu orsøk, at Føroyar ikki hava fullan og sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum.
Tað hava Áland, Føroyar og Grønland ikki, og so hevur tað til tíðir verið ein kapping um at peika eftir hvørjum øðrum millum Danmar og Svøríki: Hvør er tað, sum ikki ynskir at fáa londini undir sær veruliga uppí.
Víst verður til sonevndu Helsingforsavtaluna, sum forðar fyri at ikki-sjálvstøðu lond eru "veruligur limir". Aftur í ár tala føroyskir politikkarar at á ársfundi.
Løgmaður krevur greitt svar innan eitt ár
Í røðu sínari á ársins Norðurlandaráðsfundi legði løgmaður dent á, at politiska skipanin í Føroyum stendur saman um fullan og sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum.
Hetta skrivar Løgmansskrivstovan á heimasíðu sínari. Har verður eisini víst til eitt sitat hjá Beini Johannesen í Finnlandi í gjár, har hann gevur Norðurlandaráðnum eina freist, í mun til at svara uppá fullan føroyskan limaskap.
- Føroyar krevja eitt greitt svar. Helst í ár, men í seinasta lagi á ársfundinum komandi ár er avgerandi, at vit fáa eitt ja ella eitt nei til at broyta Helsingforsavtaluna, so Føroyar fáa fullan og sjálvstøðugan limaskap, sigur Beinir Johannesen, løgmaður.
Tað var í 2024, at tað var einmælt samtykt í Norðurlandaráðnum, at ein arbeiðsbólkur skuldi koma við uppskoti til, hvussu fáa fullan limaskap. Men ein arbeiðsbólkur skal helst koma við einaum svari og einari greiðari niðurstøðu. Soleiðis hevur ikki verið enn - einki er lagt fram hesa vikuna í Helsinki
Les røðu løgmans her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald