Innanlands

Vónar ikki tað verður neyðugt at steingja samfelagið aftur

Verður smittan staðfest inni í Føroyum aftur, fer mann heldur at avbyrgja lokaløki, sigur løgmaður

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður á tíðindafundi í Kringvarpinum (Mynd: Sverri Egholm)

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður á tíðindafundi í Kringvarpinum (Mynd: Sverri Egholm)

2020-07-22 08:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tá landið varð sett niður í ferð 12. mars vórðu tríggir smittutilburðir staðfestir í Føroyum. Tað er sama støða, sum vit eru í í dag, men tó er landið enn opið, og tað er fyribils ikki ætlanin at seta samfelagið niður aftur í ferð.

Tað segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður í Degi og viku í gjárkvøldið.

Í dag eru vit meira tilvitað um COVID-19 sjúkuna og hvat hon inniber. Nú hava vit eisini eina skipaða tilbúgving, nakað vit ikki høvdu tá, og eru vit tí nógv betri fyrireikaði at taka ímóti smittuni, segði hann.

At lata landamørkini uppaftur í juni var eisini rætta avgerðin, heldur løgmaður, hóast tað eisini er orsøkin til, at smittan kom aftur.

– Tað var eisini ein neyðug avgerð, tí einki samfelag kann, í hesum globaliseraða heimi, liva avbyrgt alt ov leingi.

Bárður á Steig Nielsen vónar ikki, at tað verður neyðugt at koyra alt samfelagið niður í ferð aftur, og um so sjúkan verður staðfest inni í Føroyum aftur, verða tað heldur lokal øki, sum verða afturlatin.

Eingin er smittaður inni í Føroyum síðan 6. apríl.

Sí innslagið í Degi og viku her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder