Uttanlands

von der Leyen yvirlivir misálitsuppskot

Bert 175 av teimum 553 politikkarunum, sum greiddu atkvøðu, tóku undir við uppskotinum

Ursula von der Leyen (Mynd: EPA)

Ursula von der Leyen (Mynd: EPA)

2025-07-10 14:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

ES-tingið hevur framvegis álit á ES-nevndarforkvinnuni Ursula von der Leyen og hennara hópi av kommiserum.

Tað er greitt eftir at tingið í dag atkvøddi um eitt misálit, ið varð skotið upp móti ES-nevndini.

Bert 175 av teimum 553 politikkarunum, sum greiddu atkvøðu, tóku undir við uppskotinum, sum rumenski høgrapolitikarin Gheorghe Piperea legði fram. 360 atkvøddu ímóti og 18 atkvøddu blankt. Fleiri í salinum lótu vera við at atkvøða, skrivar dr.dk.

Um misálitisuppskotið hevði fingið undirtøku, hevði tað havt við sær, at øll ES-nevndin hevði verið noydd at leggja frá sær. Nakað, ið hevði tveitt Evropa út í politiskan ruðulleika í eini tíð, har heimurin frammanundan er ófriðarligur.

Men úrslitið var givið frammanundan, skrivar DR.

Fyri at koyra ES-nevndina frá krevst nevniliga, at tveir triðingar av teimum møttu tinglimunum atkvøða fyri uppskotinum, og at tað samstundis er ein meiriluti av teimum 720 tinglimunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder