placeholder
Innanlands

Vøksturin í løntakarum minkar

26.900 løntakarar vóru í Føroyum í september

2020-10-15 08:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í september vóru knappliga 26.900 løntakarar í Føroyum. Tað eru góðir 250 fleiri enn fyri einum ári síðani ella ein vøkstur á 1 prosent.

Gongdin vísir, at hóast tað enn leggjast løntakarar aftur at løntakaraskaranum, so veksur løntakaratalið munandi spakuligari enn tað fyrr hevur gjørt. Serliga hetta seinasta árið hevur ferðin ikki verið tann sama, skrivar Hagstovan á netinum.

Í september vóru um 13.850 menn og 13.050 kvinnur í løntakaraskaranum. Hjá monnum vaks løntakaratalið við 1,3 prosentum og hjá kvinnum 0,6 prosentum í mun til september mánað í fjør.

Hóast vøkstur, so er løntakaratalið hjá bæði monnum og kvinnum ikki vaksið við somu ferð – serliga hjá monnum hevur vøksturin verið avtakandi seinastu mánaðirnar.

Samanborið við september mánað í fjør er løntakaratalið vaksið 1,9 í "almennari o.a. tænastu" og 3,5 prosent i "fiskivinnu o.a. tilfeingisvinnu", meðan løntakaratalið er minkað 0,1 prosent í "byggivinnu o.a. tilvirking" og 0,7 í "privatu tænastuvinnum".

Seinasta árið hevur lítil og eingin vøkstur verið í løntakaratalinum í privatu tænastuvinnunum. Tað eru góð tvey ár síðani, at ferðin í vøkstrinum fór at minka í privatu tænastuvinnunum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder