Uttanlands

Vøksturin í Kina tann lægsti í 27 ár

Talan var um tó um ein fíggjarligan vøkstur uppá 6,2 % hendan fjórðingin

2019-07-15 08:55 Author image
Agnar Prestá

Tíðindastovan Retuers skrivar, at fíggjarligi vøksturin í Kina var 6,2 prosent í øðrum ársfjórðingi í ár. Hetta ljóðar í sær sjálvum gott, men hann hevur ongantíð verið á so lágum støði síðani 1992.

Kina hevur í longri tíð havt nógvan fíggjarligan vøkstur, og mest fólkaríka landið í heiminum hevur harvið havt meira heimsumfatandi ávirkan.

Reuters skrivar, at lækkanin kemst millum annað av einari minkan av nýstluni í landinum og handilskrígnum, ið er í gongd við USA.

placeholder
placeholder