- Í skúlanum er ein uppgáva at hava eina støðu til tað nýggja; tí skulu vit gera okkum royndir við, hvussu vitlíki kann tæna okkum, meðan vit samstundis taka neyðug fyrivarni. Lærarar mugu útbúgvast, tí at undirvísingin eigur at læra næmingarnar at vera kritiskar, eisini tá ið talan er um vitlíki, og fyrireika teir til at skilja og brúka talgildu amboðini. Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags
Hjá fleiri og fleiri fær vitlíki fastatøkur í gerandisdegnum. Tað tykist, sum kavabólturin er farin á rull, nýtslan veksur, og ferðin økist. Vitlíki kann geva okkum nýggjar møguleikar, men tað eru eisini avbjóðingar; tí er neyðugt, at vit arbeiða í felag og tilvitað, so fáa vit greiðu á, hvussu vitlíki kann tæna okkum, og mørkini eru greið fyri, nær vitlíki er eitt trygt og hóskandi amboð og ikki.
Tøknirisarnir eiga vitlíkið; tað er ein vøra, ið stórar upphæddir verða brúktar til at menna og at fáa okkum at vera bundin at. Í síðsta enda er teirra mál av vinna pening. Nú í byrjanini er vitlíki tøkt á ókeypis pallum, og knøtturin til vitlíki er fremstur í appunum. Fert tú inn á eina tekstviðgerð, eitt rokniark ella teldupost, so er vitlíkisknøtturin tann bjartasti, og appin bjóðar tær tænastuna frá vitlíkinum, sjálvt um tú ikki hevur biðið um tað. Tí er tað ikki so løgið, at vitlíki hevur fingið fastatøkur.
Í skúlanum er ein uppgáva at hava eina støðu til tað nýggja; tí skulu vit gera okkum royndir við, hvussu vitlíki kann tæna okkum, meðan vit samstundis taka neyðug fyrivarni. Lærarar mugu útbúgvast, tí at undirvísingin eigur at læra næmingarnar at vera kritiskar, eisini tá ið talan er um vitlíki, og fyrireika teir til at skilja og brúka talgildu amboðini.
Nógvir næmingar hava tikið vitlíki til sín. Skúlauppgávur, sum vit kenna tær, eru sum gjørdar til vitlíki at loysa; tí er so freistandi at biðja vitlíki koma við einum svari. Dømi eru um hetta í skúlum á øllum stigum. Tá næmingarnir taka vitlíki til sín av egnum ávum, er nýtslan ikki altíð so skynsom; tað er ikki ein haldgóð støða, og tað er ikki uppgávan hjá lærarunum at spæla politi. Tí er átrokandi, at skúlarnir fáa felags leiðreglur fyri nýtslu av vitlíki. Tað er neyðugt at tillaga heimauppgávur og próvtøkur, har tað eru greiðar reglur fyri, nær vitlíki er eitt loyvt amboð og ikki.
Lærarar mugu kenna seg tryggar í nýggju støðuni við vitlíki. Vit hava brúk fyri einum fakligum kjaki, greiðum leiðreglum og skipaðari eftirútbúgving, so at nýtslan av vitlíki ikki gerst tilvildarlig og skapar ójavnar. Lærarar kunnu brúka vitlíki sum part av síni fyrireiking og undirvísing, men tað er lærarin, sum stendur við avgerðini. Tí er tørvur á at fáa leiðreglur og mannagongdir um vitlíki. Etikkur er eisini ein partur av kjakinum, tí vitlíki er ikki neutralt, og fólkaskúlin hevur eina skyldu at læra næmingar at brúka tøknina ábyrgdarfult og kritiskt.
Føroyska málið í svarunum frá vitlíkinum er ikki gott; tí má talgilda tungan hjá føroyska málinum styrkjast. Tá vit vita, at vitlíki er partur av fleiri og fleiri skrivligum avrikum í skúlanum og í samfelagnum, er alneyðugt, at samfelagið ger íløgur í føroyskt sum talgilt mál, ella fer føroyska málið langt aftur eftir hæli.
Kjakið um vitlíki í fólkaskúlanum er ikki, um vit eru fyri ella ímóti, men vit eiga at taka støðu til, hvørjir møguleikarnir og avmarkingarnar eru í tøknini, og síðan menna ein leist fyri vitlíki, sum hóskar til føroyska fólkaskúlan. Endamálið er at fáa royndir, vitan og leiðreglur fyri, hvussu vitlíki kann verða brúkt í fólkaskúlanum, bæði í arbeiðinum hjá lærarunum og sum eitt amboð hjá næmingunum, har lærarar og næmingarnir nýta møguleikarnar í tøknini og samstundis eru kritisk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald