Innanlands

Vistfrøðiligt te afturkallað

Orsøkin er, at músalortur er funnin í vøruni, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan

(Mynd: Heilsufrøðiliga starvsstovan)

(Mynd: Heilsufrøðiliga starvsstovan)

2023-06-17 14:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyritøkan Natur-Drogeriet A/S afturkallar nú eitt slag av vistfrøðiligum reyðkleyvaratei.

Orsøkin er, at músalortur er funnin í vøruni, og er hon tí ikki egnað til matna.

Teið er selt í føroyskum handlum og verður eisini vanliga selt á netinum. Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir borgarum til at lata vøruna aftur, haðani hon er keypt ella beina hana burtur.

Upplýsingar um vøruna
Økologisk rødkløver-te i løsvægt
EAN-strikukota: 5703137970356

Best fyri:
28.03.2026 (lotnummar: 1000118294)
27.10.2025 (lotnummer: 1000116987)
26.10.2025 (lotnummar: 1000116987)
19.04.2025 (lotnummar: 1000115720)
02.11.2024 (lotnummar: 1000114398)
06.07.2024 (lotnummar: 1000113404)
30.03.2024 (lotnummar: 1000112457)
14.12.2023 (lotnummar: 1000111619)
21.10.2023 (lotnummar: 1000111066)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder