Mentan

Vísindavøkan á ferð er farin í gongd

Vitjað verður á Klaksvíkar Bókasavni klokkan 19 í kvøld, har Knud Simonsen, Meinhard Eliasen og Heidi S. Mortensen leggja fram: Veður, sjógvur og fiskur eru á breddanum

2025-09-16 13:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vísindavøkan er á ferð kring landið. Talan er um fimm tiltøk í tíðarskeiðinum frá 15. til 22. september.

Byrjað varð við Løkin í Runavík í gjár, mánadagin, og yýskvøldið 16. september klokkan 19 verður vitjað á Klaksvíkar Bókasavni.

Til ber at síggja alla skránna her

Knud Simonsen, Meinhard Eliasen og Heidi S. Mortensen leggja fram í Klaksvík. Veður, sjógvur og fiskur eru millum tingini á breddanum

Á hvørjum tiltaki verða tríggjar framløgur, umleið 20 minuttir hvør, við granskarum frá ymsum stovnunum.

Skrá í Klaksvík í kvøld - frá klokkan 19
Teldugjørt rák í Djúpunum, Kalsoyarfirði og Leirvíksfirði
Knud Simonsen, Veðurstova Føroya

Grøna orkuskiftið á sjónum, eisini í Føroyum?
Meinhard Eliasen, Umhvørvisstovan

Hjartað í fiskinum, sum tú setur á borðið
Heidi S. Mortensen, Firum

Tiltøkini eru øll almenn og ókeypis.

Kelda: Granskingarráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder