
Í tíðarskeiðnum 15. til 22. september er Vísindavøkan á ferð kring landið.
Tilsamans vera fimm tiltøk. Á hvørjum tiltaki verða tríggjar framløgur, umleið 20 minuttir hvør, við granskarum frá ymsum stovnunum, skrivar Granskingarráðið.
Ferðin byrjar í kvøld klokkan 19, tá vitjað verður á Bókasavninum við Løkin.
Skrá
Upphitingin av føroyskum havøki – náttúrlig ella menniskjaskapt?
Bogi Hansen, Havstovan
Ein havmyndil fyri landgrunnin við livandi veðri
Jari í Hjøllum, Veðurstova Føroya
Kennir gulllaksurin viðgerðarøkini hjá ICES?
Sunnvør í Kongsstovu, Fróðskaparsetrið
Tiltøkini eru øll almenn og ókeypis. Eitt yvirlit yvir tiltøkini sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald