Innanlands

Virknasta arbeiðsfjøldin í Evropa

Í mun til fólkatalið er føroyska arbeiðsfjøldin tann størsta í Evropa – Knappliga 32.000 av teimum 38.200 fólkunum millum 15 og 74 ár eru virkin á arbeiðsmarknaðinum

(Savnsmynd: Hagstovan)

(Savnsmynd: Hagstovan)

2022-01-24 11:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Føroyum eru knappliga 32.000 av teimum 38.200 fólkunum í aldursbólkinum 15 til 74 ár í arbeiðsfjøldini, og vinnutíttleikin roknaður fyri bæði kyn er 83,6 prosent.

Hjá monnum er vinnutíttleikin 85 prosent, og hjá kvinnum 82 prosent.

Sambært Hagstovuni er arbeiðsfjøldin vaksin við stívliga 2.000 fólkum seinastu fimm árini – 1.200 mannfólkum og 800 konufólkum.

í mun til fólkatalið er føroyska arbeiðsfjøldin tann størsta í Evropa. Undanfarin ár hevur verið tætt millum Føroyar og Ísland, men munurin er nú øktur munandi – bæði hjá monnum og kvinnum. Serliga hjá kvinnum er stórur munur. Í mun til tey 82 prosentini hjá føroyskum kvinnum er vinnutíttleikin hjá íslendskum kvinnum 75 prosent.

Les meira her.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder