Innanlands

Vinstrimaður til Føroya við lyftum í skjáttuni

Sambandsflokkurin slepti í gjár, ikki eini bumbu, men einum lítlum dukkufreti, kanska, ið møguliga tekur luftina eitt sindur burtur úr valstríðnum til fólkatingið

Thomas Danielsen og Bárður á Steig Nielsen (Mynd: Sverri Egholm)

Thomas Danielsen og Bárður á Steig Nielsen (Mynd: Sverri Egholm)

2022-10-22 08:32 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

Danski flokkurin, sum satsar upp á fáa stjórnarvaldið aftur, lovar systirflokkinum fongsul í Føroyum og stuðul at flyta Íløgugrunnin heim.

Sambandsflokkurin slepti í gjár, ikki eini bumbu, men einum lítlum dukkufreti, kanska, ið møguliga tekur luftina eitt sindur burtur úr valstríðnum til fólkatingið.

Nevniliga tá flokkurin hevði fingið formannin í tingbólkinum hjá Venstre, hálva føroyingin Thomas Danielsen, sum umframt at halda ein fund við valevnini hjá systurflokkinum, eisini kom við tveimum konkretum politiskum lyftum.

Fólkaflokkurin hevur, sum eitt av sínum málum í valstríðnum, havt heimtøku av sokallaða Íleggingargrunninum.

- Eg skilji væl føroyska ynskið, tí talan er um ein føroyskan grunn. Tað lyfti, sum eg havi givið Sambandsflokkinum í dag er, at eg nú fari heim aftur at kanna í mínum baklandi, hvussu ognarskapurin av hesum grunni kann flytast á føroyskar hendur, segði Thomas Danielsen á sokallaðum ‘doorstep-tíðindafundi’ uttan fyri hølið hjá Sambandsflokkinum á Gamla Apoteki fríggjadagin.

Les alla greinina ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder