Uttanlands

Vinstriflokkur avger lagnuna hjá svenskari stjórn

Vänsterpartiet verður hildið uttanfyri, men neyðugt er at flokkurin atkvøður fyri

Stefan Löfven. Enn er ikki vist, at hann kann halda fram sum forsætisráðharri (Savnsmynd)

Stefan Löfven. Enn er ikki vist, at hann kann halda fram sum forsætisráðharri (Savnsmynd)

2019-01-14 09:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er nú upp til Vänsterpartiet í Svøríki at gera av, um Stefan Löfven kann halda fram sum svenskur forsætisráðharri, nú fyri eini nýggjari stjórn.

Eftir at hava ligið í stjórnarloysi í 124 samdøgur, bendi alt fríggjadagin á, at tað langt um leingi er funnið fram til eina samgongu, sum kann halda.

Tvørtur um blokksamstarv eru Sosialdemokratarnir hjá Stefan Löfven, komnir ásamt við Centerpartiet og Liberalerna um at skipa stjórn saman við Miljöpartiet.

Tað var leiðarin í Centerpartiet, Annie Lööf, sum kunngjørdi semjuna fríggjadagin.

- Hetta er tann besta loysnin vit kundu koma fram til í eini fastlæstari støðu, segði hon tá hon kunngjørdi slakingarnar, sum teir ymsu flokkarnir høvdu gjørt.

Eitt krav er, at flokkurin uttast á vinstraveinginum, Vänsterpartiet, verður hildin uttan fyri ávirkan.

Men júst á hetta kann forða fyri, at nýggja stjórnin fær lív lagað, longu áðrenn hon er skipað. Vänsterpartiet skal í dag avgera lagnuna hjá nýggju stjórnini.

Um vikuskiftið hevur flokkurin kjakast um málið, og atkvøtt er eisini um málið. Úrslitið av atkvøðugreiðsluni skuldi kunngerast seinni í dag. Okkurt bendir á, at flokkurin fer at seta seg ímóti nýggju stjórnini.

- Eg haldi, at tað er sjálvskaðiligt virksemi, um vit eru við til at hjálpa Löfven fram, sigur leiðarin fyri Vänsterpartiet í Jönköping við Expressen.

Atkvøðugreiðsla um nýggju stjórnina verður í Ríkisdegnum í morgin. Neyðugt er, at Vänsterpartiet atkvøður fyri, um kabalan skal ganga upp. Um ikki, so kann tað enda við nývali. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder