Innanlands

Vinstri og Sambandsflokkurin: Fíggja Suðuroyartunnilin við einum statsláni

– Í Danmark hava vit ein sunnan búskap, og haldførið er gott, og tað er orsøkin til, at vit kunnu taka bílig lán til skilagóðar íløgur. Hesin møguleikin kann koma Føroyum til góðar umvegis ríkisfelagsskapin, sigur Troels Lund Poulsen, formaður í Vinstra

Troels Lund Poulsen, formaður í Vinstra, Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin, og Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum

Troels Lund Poulsen, formaður í Vinstra, Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin, og Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum

2026-02-16 09:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Danski Vinstra og Sambandsflokkurin skjóta upp, at Suðuroyartunnilin verður fíggjaður við einum statsláni.

Tað boða Troels Lund Poulsen, formaður í Vinstra, Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, og Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin frá í tíðindaskrivi í morgun.

– Hetta er størsta almenna íløga í Føroyum, og tí er tað umráðandi, at vit brúka skilabesta fíggingarleistin. Rætta loysnin liggur beint frammanfyri okkum, sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður fyri Sambandsflokkin.

– Danmark hevur við støði í einum sunnum búskapi atgongd til nógv bíligari kapital orsakað av einari góðari kreditmeting. Um vit siga, at prísurin á undirsjóvartunlinum fer at liggja um fimm milliardir krónur, so fara Føroyar at spara umleið eina milliard í rentuútreiðslum, um verkætlanin verður fíggjað við einum statsláni, verður sagt í tíðindaskrivinum.

– Í Danmark hava vit ein sunnan búskap, og haldførið er gott, og tað er orsøkin til, at vit kunnu taka bílig lán til skilagóðar íløgur. Hesin møguleikin kann koma Føroyum til góðar umvegis ríkisfelagsskapin, um avgjørt verður at byggja Suðuroyartunnilin, sigur Troels Lund Poulsen, formaður í Vinstra.

– Vinstri fer í stjórnini at virka fyri, at Føroyar kunnu velja eina búskaparliga góða loysn fyri at fíggja tunnilin til Suðuroyar. Tað hevði verið eitt natúrligt stig í samstarvinum í ríkisfelagsskapinum.

Undirstrikað verður, at talan er ikki um at lata Føroyum eina gávu. Talan er um eitt lán, sum skal gjaldast aftur, og eitt statslán er ein skilagóður háttur til at brúka stórrakstrarfyrimunirnar í ríkisfelagsskapinum, halda Sambandsflokkurin og Vinstra.

– Vit vita ikki, hvat tunnilin kostar, fyrr enn prosjekteringin er liðug. Men tað er greitt, at ein slík verkætlan er dýr. Fyribils metingar vísa, at verkætlanin fer at kosta umleið fimm milliardir krónur, sum svarar til umleið 20 prosent av BTÚ i Føroyum.
Í einari slíkari verkætlan er tað umráðandi, at hvør króna verður brúkt skilagott, og at verkætlanin eisini verður fíggjað eftir besta fíggingarleisti.

Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin heldur, at øll vinna við einari slíkari loysn.

– Eitt statslán frá Danmark er tann besti fíggingarleisturin, tí umvegis okkara luttøku í ríkisfelagsskapinum fáa vit atgongd til bíligan kapital og tryggja, at verkætlanin verður realisera á ein tryggan og bíligan hátt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder