Innanlands

Vinnutiltak um brygging á Dímun í dag

Talan er um fyrsta av nógvum tiltøkum, sum Útoyggjafelagið heldur í samband við at tað í ár eru liðin 20 ár síðan felagið varð sett á stovn

2021-07-22 07:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í ár eru 20 ár liðin síðani Útoyggjafelagið varð sett á stovn, og tí skipar felagið fyri eini røð av áhugaverdum summartiltøkum, ið hava til endamáls at varpa ljós á nýmenning, burðardygd og framleiðslu á útoyggj.

Í góðum útoyggjaleisti eru allar útoyggjarnar við í hátíðarhaldinum, og talan er um fólkslig tiltøk, ið hava til endamáls at fremja trivnaðin og virksemi á útoyggj. Tey, ið búgva á útoyggj eru kjarnin í felagnum, og tí hevur tað allarstørsta týdning, at tey mynda tiltøkini og virksemi í heimbygdunum.

Í dag, hósdagin 22.juli, skipar Útoyggjafelagið fyri serstøkum vinnutiltaki fyri føroysku bryggjaríini.

Tiltakið fer fram á Dímunargarði í Stóra Dímun, har bøndurnir dyrka røtur at djúsa og bryggja.

[object Object]Á Dímunargarði verða mairøtur gjørdar til serliga rótabryggið Mai

Staðbundna rótabryggið ber heitið, Mai. Endamálið við tiltakinum í Stóra Dímun er at savna vinnuna og skapa eitt forum við kjaki og vitanardeiling. Á skránni verða framløgur um viðkomandi evni, so sum framleiðslukonsept, burðardygg framleiðsla, handilsmodell og søgulist. Somuleiðis verður kjak um brygging í Føroyum og rundvísing á garðinum.

Seinni í summar eru fleiri tiltøk á skrá hjá Útoyggjafelagnum. 5. august verður hugnaligur oyggjadagur í Kalsoynni, har møguleiki er at uppliva staðbundna handverkið og matmentanina. Av øðrum tiltøkum kunnu nevnast politisk hoyring í Hesti og mentanardagar í Svínoy, Skúvoy og Fugloy. Í heyst er somuleiðis nógv á skrá. Fakfólk kemur til Føroyar at undirvísa í niðursjóðing av grønmeti, og í hesum sambandi verður ein røð av verkstovum. Somuleiðis fer Útoyggjafelagið at skipa fyri ráðstevnu um kommunur og lokaldemokrati, ferðavinnu og samferðslu, og í desember verður sjálvur føðingardagurin hildin á Hotel Norð á Viðareiði.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder