Innanlands

Vinnukavaraskúlar gjørt samstarvsavtalu við danskan skúla

Avtalan hevur til endamáls at styrkja og víðka útboðið av tíðarhóskandi og fakliga grundaðum vinnukavaraútbúgvingum í Føroyum og Danmark

2026-02-06 14:01 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hósdagin 5. februar undirskrivaðu føroyski vinnukavaraskúlin Faroe Dive Sp/f og Nordsjællands Brand- og Dykkerskole í Helsingør eina samstarvsavtalu.

Avtalan hevur til endamáls at styrkja og víðka útboðið av tíðarhóskandi og fakliga grundaðum vinnukavaraútbúgvingum í Føroyum og Danmark.

Samstarvið fevnir millum annað um samstarv innan undirvísing og venjing, og felags menning av útbúgvingum, ið lúka galdandi krøv og framtíðar tørv innan vinnukaving.

Við avtaluni verður lagdur dentur á høga góðsku, trygd og fakliga menning, og hon skal vera við til at tryggja, at vinnukavarar í londunum báðum fáa atgongd til útbúgvingar, ið eru í samsvari við altjóða krøv og bestu praksis innan økið.

Samstarvsavtalan er eitt týðandi stig í arbeiðinum at styrkja vinnukavaraútbúgvingar í Føroyum og Danmark og at byggja varandi faklig sambond millum útbúgvingarstovnar í Norðurlondum.

FaroeDive

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder