Átta umboð úr Suðurkorea vóru fyrr í oktober í Føroyum fyri at kunna seg um møguleikarnar fyri vinnuligum samstarvi. Umboðini vitjaðu ymiskar vinnufyritøkur, Tórshavnar Havn, Sev og Uttanríkis- og Vinnumálaráðið.
Vitjanin endaði við, at ein avtalað varð undirskrivað mánadagin 19. oktober í Vinnuhúsinum.
Vinnuhúsið skrivar á heimasíðu sínari, at talan var um eitt fyribils MOU-skjal, har Vinnuhúsið og býurin Pohang avtala at kanna møguleikar fyri vinnuligum samstarvi.
Miðdepil fyri fiskivinnu og battarítøkni
Pohang og økið kring býin er miðdepil fyri fiskivinnu í Suðurkorea og er samstundis kent fyri at vera frammarliga innan fyri battarítøkni.
Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, heldur, at vinnuligir møguleikar eru hjá báðum pørtum av einum samstarvi.
- Í Pohang arbeiða tey við at menna battarítøkni, eitt nú til skip og bátar, meðan vit í Føroyum hava nakrar av fremstu veitarunum av útgerð til fiskivinnu og aling. Eisini er stórur áhugi í Føroyum fyri at útflyta fiskavørur til Suðurkorea”, sigur Niels Winther við industry.fo.
![]()
Niels Winther saman við umboði úr Suðurkorea
Vantandi fríhandilsavtala
Tað er ikki greitt, júst hvat avtalan inniber fyri føroyingar og Pohang. Nú verður arbeitt víðari við at greina, hvørji øki geva meining at samstarva um.
Her kunnu trupulleikar vera við vantandi fríhandilsavtalu, vísir Jón Sigurdsson á.
- Vit eru í byrjanini av einum samstarvi, og vit fáa at síggja, hvussu leikur fer. Áhugi tykist at vera á báðum síðum, men ein forðing fyri at menna slíkt samstarv er vantandi fríhandilsavtala millum Føroyar og Suðurkorea. Hetta ger tað torført at samhandla. Vónandi kann hetta samstarvið verða við til at skunda undir, at vit fáa ein fríhandilsavtalu í lag”, sigur Jón Sigurdsson, nevndarformaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald