Innanlands

Vilja halda lív í kórsanginum

Leygardagin 23. oktober verður kórsangdagur í missiónshúsinum á Strondum. Ætlanin er at savna nógv sangglað fólk, sum skulu syngja til stórmøtini í november

Kórið til stórmøtini í Klaksvík í 2018. Eins og tá, verður tað Ásbjørn Berthelsen, ið fer at stjórna kórinum. Freistin at melda seg er í kvøld (Mynd: trubodin.fo)

Kórið til stórmøtini í Klaksvík í 2018. Eins og tá, verður tað Ásbjørn Berthelsen, ið fer at stjórna kórinum. Freistin at melda seg er í kvøld (Mynd: trubodin.fo)

2021-10-21 13:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Kórmentanin í Heimamissiónini er ikki tann sama sum hon var. Kórini fækka og nú eru bert heilt fá kór, sum hava fastar venjingar. Hetta er harmiligt, tí at kórini hava altíð verið ein stórur partur av meinigheitslívinum í Heimamissiónini. Kórsangur hevur eyðmerkt møtir, missiónsvikur, stórmøtir og ársmøtir. Í dag er torført at fylla eina missiónsvikuskrá við kórum.

Soleiðis skrivar Trúboðin á heimasíðu sínari í samband við, at bjóðað verður til kórsangdag á Strondum leygardagin, har ætlanin er at savna eitt stórkór, sum skal syngja til sunnukvøldsmøtið á stórmøtunum á Skála 7. november. Hetta er ein liður í royndini  hjá Heimamissiónini at halda lív í kórsanginum. Líknandi varð eisini roynt í 2018, tá eini 150 fólk vóru í kórinum.

Ætlanin var at hava sangskeið aftur i 2020, og at kórið síðani skuldi syngja til stórmøtini, men orsakað av korunu bleiv hetta  av ongum.

Ein kveikjan í kórlívinum var sangskeiðið hjá Heimamissiónini. Hetta skeiðið byrjaði í 1970’unum og var árligt tiltak í umleið fjøruti ár. Í ár verður ein kórdagur, og eins og í 2018 verður tað Ásbjørn Berthelsen, ið fer at taka sær av kórinum. Hann hevur valt at gera fyrireikingarnar til eitt dagstiltak.

- Eftirsum endamálið er at syngja nakrar sangir til eitt møti, og ikki hava eina sjálvstøðuga konsert, so er ikki neyðugt við einum vikuskifti til venjing. Vit skulu syngja tríggjar sangir til Stórmøtið, so tað er tað, sum er á skránni fyrst og fremst, menkanska vit prøva okkurt annað, eftirsum vit nú hava nógv sangglað fólk savnað, sigur Ásbjørn við trubodin.fo.

 Hann vónar at fólk í øllum aldri, sum hava sungið í kórum taka væl ímóti hesum tiltakinum og tekna seg til. Tað ber til at gera her, og freistin er í kvøld klokkan 18.

Kórsangdagurin verður í missiónshúsinum á Strondum nú leygardagin 23. oktober. Byrjað verður við morgunmati klokkan níggju, síðani er venjing, døgurði og aftur venjing á skránni.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder