Uttanlands

Vil fegin hitta Trump

Joe Biden sigur, at hann vil fegin luttaka í einum sjónvarpsorðaskifti við Donald Trump

Amerikanski forsetin, Joe Biden (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Joe Biden (Mynd: EPA)

2024-04-27 17:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski forsetin, Joe Biden vil fegin hava eitt sjónvarpað orðaskifti við fyrrverandi forsetanum og mótstøðumanni hansara, Donald Trump, men nær tað fer at henda, veit hann ikki.

Tað sigur hann í samrøðu við útvarpsvertin Howard Stern sambært tíðindastovuni AFP.

Í mars segði Biden, at hann ikki kundi útiloka eitt orðaskifti, men hann legði afturat, at tað veldst um atburðin hjá Trump.

Trump hevur noktað at stilla upp til orðaskifti móti mótstøðumonnum hansara í republikanska undanvalinum, men seinastu vikurnar hevur Trump heitt á Biden um at stilla up til orðaskifti, andlit til andlits.

Sambært Trump er tað líka mikið nær og hvar tað verður, skrivar Ritzau.

Á seinasta forsetavali í 2020 vóru tvey orðaskifti millum Trump og Biden, meðan tað triðja varð avlýst.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder