– Eg haldi ikki, at børn og ung yngri enn 18 ár eiga at kunna keypa orkudrykkir.
Tað sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum í svari til fyrispurning frá Fíu Selmu Nielsen, tingkvinnu fyri Fólkaflokkin.
Les eisini: Steffan og Fía Selma spyrja um aldursmark á orkudrykkir
– Sambært Heilsustýrinum og Heilsufrøðiligu starvsstovuni eru orkudrykkir ikki ætlaðir børnum, og tí mæla tey frá, at børn drekka slíkar drykkir, sigur landsstýriskvinnan.
Eyðdis Hartmann Niclasen sigur, at orkudrykkir koma partvíst undir málsøki hjá landsstýrismanninum í vinnumálum, Jacob Vestergaard og undir fólkaheilsu, sum er hennara málsøki. Tí ætlar hon sær at samskifta við Jacob Vestergaard um hetta.
– Eg ætli mær at fara at samskifta við landsstýrismannin í vinnumálum, um hvørji átøk vit kunnu seta í verk fyri at verja børn og ung ímóti orkudrykkjum, t.d. áseta 18 ára aldursmark, seta ávaringartekstir á orkudrykkir og kunnandi átøk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald