Innanlands

Víkja frá tíðarfreistini í fleiri málum

Nýggjur tingfundur verður settur kl. 14

2019-05-03 13:35 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tá løgtingið eftir ein steðg savnaðist aftur til løgtingsfundin, sum byrjaði kl. 10 í morgun, gjørdi tað skjótt av. Løgtingsformaðurin boðaði frá, at atkvøðugreiðsla var um víkja frá tíðarfreistum í teimum flestu málunum, sum vóru í morgun. Við hesum kann triðja viðgerð av málunum fara fram í dag.

Allir 33 løgtingslimirnir atkvøddu fyri at víkja frá freistini, og løgtingsformaðurin boðaði frá, at tingfundur verður aftur kl. 14. Skráin sæst her.

placeholder
placeholder