Innanlands

Víkiskylduóhapp í Kollafjarðardali

Tveir bilar fingu skaða, men tað var eingin fólkaskaði, sigur løgreglan

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-12-12 13:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Stutt fyri middag varð boðað frá einum ferðsluóhappi við Effo-støðina í Kollafjarðardali, og sjúkrabilur og løgregla fóru á staðið.

Talan var um eitt sonevnt víkiskylduóhapp, har ein bilførari ikki helt treytaleysu víkiskylduna og koyrdi út fyri annan bil.

Av løgreglustøðini verður sagt, at bilarnir fingu nakað av skaða, men fólkaskaði var eingin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder