Uttanlands

Viðgongur seg sekan í at hava dripið Shinzo Abe

Tað skal vera vreiði inn á Moon-rørsluna, sum fekk nú 45 ára gamla Tetsuya Yamagami at drepa fyrrverandi japanska forsætisráðharran, sum hevði ávíst tilknýti til trúðarrørsluna

Tetsuya Yamagami avmyndaður stutt eftir handtøkuna í 2022 (Mynd: EPA)

Tetsuya Yamagami avmyndaður stutt eftir handtøkuna í 2022 (Mynd: EPA)

2025-10-28 09:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein 45 ára gamal maður, ákærdur fyri at drepa fyrrverandi forsætisráðharran í Japan, Shinzo Abe, hevur á einum rættarfundi viðgingið seg sekan í ákæruni. Tað skrivar AFP tíðindastovan.

Tetsuya Yamagami er ákærdur fyri brot á vápnalóggávuna. Hann brúkti eftir øllum at døma eitt heimagjørt skotvápn til at skjóta fyrrverandi forsætisráðharran meðan hann helt røðu í 2022.

- Tað er satt, sigur Yamagami, sum fyrr hevur viðgingið seg sekan, í rættinum í dag.

Rættarmálið móti 45 ára gamla japanaranum byrjaði í dag. Vændandi verður dómur sagdur í januar, skrivar AFP.

Um hann verður funnin sekur, kann hann møguliga rokna við at verða dømdur til deyða. Í Japan verður deyðadøming vanliga einans brúkt, um ein persónur hevur dripið meira enn eitt fólk.

Verjuadvokatarnir hava, sambært AFP, ætlanir um at tala ímóti, at talan var um eitt politiskt dráp.

Sambært japanskum miðlum skal tann ákærdi vera óður inn á viðurskiftini hjá Abe til Moon-rørsluna, ein átrúnaðarlig sekt, sum hevur stóra undirtøku í Suðurkorea og Japan.

Abe var ikki limur í Moon-rørsluni, men hann hevði hildið røður fyri bólkum, sum høvdu tilknýti til sektina.

Sun Myung Moon stovnaði rørsluna í 1954, og samkoman hevði ávísantýdning í 1970’unum og 1980’unum. Rørslan var kend fyri síni hópbrúdleyp fyri trúgvandi í tíggjutúsundatali. Tað vóru Moon-fólkini, sum tóku avgerðir hvørji skuldu fara saman í hjúnaband.

Vreiðin hjá yamagami móti rørsluni skal botna í, at móður hansara hevur latið stórar peningaupphæddir til rørsluna og harvið brúkt allar pengarnar hjá familjuni.

Men eisini eftir øllum at døma, tí at hann sum barn var nógv einsamallur, tí mamman brúkti nógva tíð í trúðarrørsluni.

Eftir drápið hava kanningar víst, at tað vóru tøtt samband millum Moon-rørsluna og konservatigar politikarar. Hetta hevur ført til, at ein ráðharri hevur tikið seg úr stjórnini, skrivar Ritzau. 

[object Object]
Shinzo Abe varð skotin meðan hann helt røðu í juli 2022 (Savnsmynd: EPA)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder