- Wauw! Tað er langt síðani, at eg havi hugsað um handan sangin.
Soleiðis tók Eivør Pálsdóttir til, tá hon í sendingini "Hoydalar" hoyrdi Sophiliu framføra "Wall of Silence".
Sí eisini: Eivør: - Vakurt, rørandi og lívsjáttandi
Útsetingin hjá ungu songkvinnuni bergtók størstu føroysku songkvinnuna - hoyr framførsluna her:
(Kringvarp Føroya/Youtube)
"Wall of Silence" er ein sangur frá Clickhaze-tíðini, tá Eivør var blaðung og forsangari.
Jón Tyril hevur á Facebook-síðu sínari lagt eina útgávu av sanginum út - hetta frá Prix Føroyar 2003, har gøtubólkurin framførdi sum vinnari
- Tað var stuttligt at hoyra Clickhaze-lagið "Wall of Silence" í sendingini, Hoydalar. Clickhaze gav ongantíð lagið út, men vit spældu tað nógv á konsertum og m.a. sum upptakt til Prix Føroyar 2003.
Eivør gav seinni lagið út. Fyrr í dag varð kunngjørt, at Clickhaze fer at spæla saman á G! festivalinum í summar.
Les meira: Clickhaze kemur saman at spæla á G! í ár
Hoyr útgávuna ovast ella her
Eivör Pálsdóttir, sang
Petur Pólson, sang
Bogi á Lakjuni, guitar
Jón Tyril, guitar
Jens L. Thomsen, bass
Høgni Lisberg,
Trummur Mikael Blak, ljómborð
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald